Yngstur umborð
Vit sita við eitt borð á Comfort Hotel Bryggen í Ålesund. Eru júst komin uppá pláss og eru settir við borðið til ein góðan bita. Fleiri enn 40 fólk vóru við í ferðalagnum úr Føroyum. Í morgin verður nýggi Finnur Fríði ? enn ein stoltleiki hjá gøtumonnum ? navngivin á Langsten-skipasmiðjuni í Tomrefjørðinum.
Við borðið sita bæði tilkomnir og ungir menn.
Spurt verður, hvør yngstur maður verður umborð á nýggja skipinum.
Jú, tað verður hasin ? Aksel, sigur ein av teimum tilkomnu og peikar yvirum borðið. Meira verður ikki tosað um tað, men eg hugsi við mær, at kanska fara vit at venda aftur til unga mannin.
Doyði umborð
Í endanum av røðu síni á Langsten-skipasmiðjuni dagin eftir, biðir reiðarin, Jákup Jacobsen, mannamúgvuna minnast í tøgn ein av parteigarunum, sum doyði av vanlukku umborð á Tróndi í Gøtu.
Tá ið stilla løtan er av, spyr onkur, hvør maðurin er, sum var fyri hesi vanlagnu - og nær syndarliga hendingin fór fram.
Jú, hetta hendi í 1992, meðan skipið lá á Fuglafirði. Maðurin var Jákup Mikkelsen úr Syðrugøtu.
Tá ið navngevingin er av, røður eru hildnar, og ein góður biti er etin á skipasmiðjuni, verður farið umborð á stásiliga skipið.
Uppi á brúnni gongur Aksel. Vit spyrja, hvussu tað hongur saman við, at hann nú hevur fingið fastan kjans umborð.
Er tú sonur onkran av teimum 11 eigarunum, spyrja vit ? og uttan at hugsa um tað, verður eisini spurt, um pápin er við í ferðini.
- Nei, pápi mín er deyður. Tað var hann, sum doyði umborð á Tróndi í Gøtu.
Er mamma tín meðni her, spyrja vit aftur.
Jú, hon er; hon stendur har yviri, sigur fryntligi unglingin og peikar yvir í hin endan av brúnni.
Fýra børn
Vit fara yvir til hennara, og eg spyrji, um vit kunnu taka eina mynd av teimum báðum.
Hon er blíð og fyrikomandi og sigur, at tað kunnu vit saktans.
Ragna Mikkelsen er mamman, ættað úr Runavík.
Hon sigur, at maðurin og pápi Aksel, Jákup Mikkelsen, doyði umborð á Tróndi í Gøtu, 14. apríl 1992.
- Hendingin fór fram, meðan teir lógu á Fuglafirði og riggaðu til, sigur hon.
Tey áttu fýra børn, sum í 1992 vóru í aldrinum, 2-11 ár.
Aksel, sum gjørdist studentur í summar, sigur, at hann í fyrsta lagi ætlar sær at fáa siglingstíðina.
- Gongur alt, sum ætlað, fari eg seinni á skúla, har eg ætli mær at fáa eina skipsføraraútbúgving, sigur Aksel Mikkelsen at enda.