Ein bilur, sum í nátt koyrdi niðan eftir Hoydalsvegnum í Havn, rendi á ein annan bil, og í staðin fyri at boða frá rýmdi bilførarin.
Men hann sleppur ikki so, tí í samanstoytinum misti hann aðra nummarplátuna.
Tí veit politiið, hvør eigur bilin, men hóast leitað hevur verið eftir honum, varð hann ikki funnin.
Annars hendi tað fleiri ferðir, at fólk ringdu til politiið, tí tey høvdu illgruna um rúsdrekkakoyring. Í flestu førunum fann politiið ikki bilarnar.