Einkjan eftir ein hetlendskan sjómann, sum hevði verið til fiskiskap í Føroyum, hevur fingið noktað tryggingarendurgjald, tí maðurin var fullur, tá ið hann doyði. Tað skrivar blaðið The Scotsman.
32 ára gamli hetlendingurin Ivan Ward var við trolaranum Mizpah II, sum er heimahoyrandi í Hetlandi. Teir høvdu verið og fiskað í føroyskum sjógvi í 2004 og vóru farnir til Peterhead at leggja veiðina upp.
Aftaná landingina fór manningin í býin í Peterhead, og tá ið teir kom oman á bryggjuna á miðjari nátt, datt Ivan Ward á sjógv. Hann dugdi ikki at svimja, og hóast aðrir av manningini royndu at bjarga honum, eydnaðist tað ikki. Hann druknaði og eftir sita konan og trý børn.
Nú hevur ein rættur í Aberdeenshire gjørt av, at konan fær ikki tær 300.000 krónurnar, sum hon átti at fingið í endurgjaldi frá lívstrygging hjá felagnum Norwich Union Insurance. Orsøkin er, at tryggingargjaldið kann ikki útgjaldast, um rúsdrekka er viðvirkandi orsøk til, at ein persónur doyr.
- Harra Ward var ikki bara fullur, hann var dýrandi fullur, og tað var ein týðandi orsøk til, at hann datt á sjógv og druknaði. Tí kann livstryggingini ikki útgjaldast, segði dómarin í sínari grundgeving.