Misti koyrikortið upp á standandi fót

Her eru tað nógvir bilførarar, sum fella fyri freistingini

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni og tað vóru tað ikki allir bilførarar, sum sluppu so væl frá. Serliga gekk tað galið hjá einum bilførara, sum varð tikin á Glyvursvegnum, sum er nýggi høvuðsvegurin ímillum Havnina og Argir, eftir nýggju brúnni.

 

Har er bara loyvt at koyra 50, men vegurin er so góður, at har eru tað altíð bilførarr, sum fella fyri freistingini at koyra ov skjótt.

 

Og tað var tað aftur í gjárkvøldið, tí løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra 108 kilometrar um tíman. Og tað varð ein dýr søga fyru hann tí í fyrra lagi fær hann eina bót upp á 2.000 krónur. Men hann koyrdi so skjótt, at hann eisini misti hann eisini koyrikortið upp á standandi fót.