Misti koyrikortið upp á staðið

Nakrir bilførarar eru tiknir fyri at koyra ov skjótt – og onkur av teimum koyrdi alt ov skjótt

Aftur í gjár var løgreglan á ferð ymsastaðni á meginøkinum og kannaði ferðsluna. Serliga kannaðu tey, hvussu skjótt bilarnir koyrdu og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar steðgaðir fyri at koyra ov skjótt. Og nakrir av teimum koyrdu alt ov skjótt.

 

Ein bilur varð steðgaður á kollafjarðarleiðini har tað er loyvt at koyra 80, men hesin bilførarin er skuldsettur fyri at koyra 116 kilometrar um tíman. Men tá ið løgreglan vildi sleppa at síggja koyrikortið hjá bilføraranum mátti hann viðganga, at hann hevði einki koyrikort.

 

Hann hevði mist tað fyri nøkrum árum síðani og ikki fingið upp í lag at taka tað aftur. Men hevði hann havt koyrikort, hevði hann havt mist tað treytað, so at hann mátti taka tað av nýggjum fyri ikki at missa tað heilt. Bótin fyri at koyra 116 kilometrar um tíman, er 2.500 krónur. Og bótin fyri at koyra við ongum koyrikorti, er 5.000 krónur, fyrstu ferð ein verður tikin.

 

Upp aftur verri var hjá einum øðrum bilførara, sum varð tikin á fuglafjarðarleiðini. Hann er skuldsettur fyri at koyra ikki minni enn 142 kilometrar um tíman. Sostatt missur hann koyrikortið á staðnum, umframt at hann fær eina bót upp á 3.500 krónur.

 

Løgreglan sigur, at nakrir bilførarar fingu eisini 1.000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

 

Annars hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari ikki helt sína treytaleysa víkiskyldu og rendi á ein annan bil. Báðir bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin. Tað plagdi kosta bilføraranum eina bót upp á 2.000 krónur, umframt at hann missur koyrikortið treytað.