Aftur í gjár gjørdi løgreglan vart við seg í ferðsluni, og hesa ferð varð dentur lagdur á at kanna, hvussu skjótt bilar koyrdu.
Og tað kom illa við hjá fleiri bilførarum, tí fleiri vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Umframt tey, sum bara fingu bót, misti ein bilførari eisini koyrikortið á staðnum við tað, at hann koyrdi 136 kilometrar um tíman á einum strekki, har tað var loyvt at koyra 80.
Koyrikortið verður tikið á staðnum, tá ið bilførari koyrir meiri enn 50 kilometrar skjótari enn loyvt er.
Tveir bilførarar misti ikki koyrikortið á staðnum, men teir noyðast upp til nýggja roynd, bæði í ástøði og í koyring, annars missa teir tað. Og tað er tí at teir koyrdu meiri enn 80 kilometrar um tíman á einum strekki í bygdum øki, har tað var loyvt at koyra 50.
Harafturat fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra meiri enn 21 kilometrar skjótari um tíman, enn loyvt er.
Allir hesir fáa eisini bót, afturat tí, at teir missa koyrikortið, fáa klipp, ella noyðast upp til koyriroynd av nýggjum.