Føroya rættur hevur nú dømt ein mann at sita í fongsli í 30 dagar og at missa koyrikortið í heili 10 ár fyri ymisk alskyns lógarbrot.
Harafturat skal hann rinda eina bót upp á 4.250 krónur.
Hann er dømdur fyri at hava koyrt útav við kenning í Kollafirði við einum bili, sum ongar nummarplátur hevði og sum sostatt heldur ikki var ábyrgdartryggjaður.
Hetta gjørdi hann, hóast hann onki koyrikort hevur, tí í 2008 er hann dømdur at missa tað í fimm ár fyri at koyra við kenning
Men longu í 2002 varð hann eisini dømdur at missa koyrikortið í seks ár og seks mánaðir, eisini fyri at koyra við kenning.
Somuleiðis er hann dømdur fyri at hava havt eina hassjplantasju við 10 plantum heima við hús, og alla útgerð at dyrka hassj við, umframt at teir høvdu turkað hassj.
Ein kvinna er eisini ákærdur í hesum sambandi og tilsamans høvdu tey 254 gramm av hassjplantum
Harafturat er hann ákærdur fyri at grovt tjóvarí, tá ið hann stjól eina byrsu fyri 16.000 krónur úr einum handli.
Maðurin noktaði seg sekan í at hava koyrt og hin maðurin noktaði seg sekan í at hava havt nakað við hassjplanturnar at gera.
Hann er eisini í aðrar mátar ein gamal kenningur hjá løgregluno tí í 2002 varð hann eisini dømdur at sita í fongsli í tríggjar mánaðir.
Men hann varð dømdur sekur í øllum ákærum og tað kostar honum nú 40 dagar í fongsli.
Men teir 10 dagarnar eru fyri at stjala byrsuna og teir verða treytaðir, tí tað er so langtstíðani. Ger hann onki ólógligt hetta næsta árið, sleppur hann sostatt undan at sita.
Hinar 30 dagarnar sleppur hann ikki undan at sita.
Samstundis legði dómarin dent á, at hann er tikin so ofta fyri at koyra við kenning og fyri at koyra við kenning við ongum koyrikortið, at hesuferð missir hann koyrikortið í heili 10 ár.
Hin ákærdi hevði ikki so mikið lítlan leiklut í málinum, at tað bleiv til eina bót upp á 2000 krónur.










