Misti konuna og børnini og skal nú í fongsul

Vitalij Kalojev misti konuna og bæði børnini, tá eitt russiskt og eitt týskt flogfar stoyttu saman uppi yvir Suðurtýsklandi. Fyri at hevna tey trý myrdi hann danska flúgvileiðaran, sum eftir hansara tykki hevði skyldina av vanlukkuni. Nú skal hann í fongsul fyri morðið.

Tann 1. juli í 2002 var russiski arkitekturin Vitalij Kolajev spentur. Hann arbeiddi í Spania, og hendan dagin skuldu konan og bæði børnini koma hagar at vitja hann.

Men flogfarið, sum konan Svetlana, tíggju ára gamli Konstantin og fýra ára gamla Diana vóru við, kom ongantíð til Spania. Uppi yvir Suðurtýsklandi stoytti tað sama við eitt týskt flutningsflogfar, og øll doyðu. Um tað mundið, vanlukkan hendi, hevði flogeftirlitið í Zúrich ábyrgdina av trygdini í luftini, og tað var danski flúgvileiðarin Peter Nielsen, sum hevði vakt hesa løtuna.

Vitalij Kolajev var frá sær sjálvum, og í februar í 2004 gjørdi hann av at taka lógina í egnar hendur. Hann fór til Sveis, har hann myrdi Peter Nielsen. Nakað seinni varð Vitalij tikin.

Fyrradagin kom hann fyri rættin. Hann greiddi frá, at hann mintist ikki, hvat hendi tað kvøldið, har myrdi Peter Nielsen, men hann viðgekk seg kortini sekan. Í rættinum varð hann spurdur, um hann var sinnaður at biðja um umbering fyri tað, sum hann hevði gjørt. Vitalig sat leingi og tagdi. So segði hann:

-Eg havi samkenslu við teimum trimum børnunum, sum hava mist pápan.

Seinnapartin í gjár skuldi rætturin fella dóm. Sveisiska ákæruvaldið kravdi tólv ára fongsul, men verjin helt trý ár vera nóg mikið.