Meistari
Dramatikkurin var í hásætinum, tá Bárður Johannesen fekk reytt kort fyri hevndaratgerð tíggju minuttir fyri leiklok. Ivaleyst bóru mong ótta fyri, at tað kundi verða ein dýr løta, og sjálvur viðgekk Bárður eftir dystin, at hann misti høvdið hesa løtuna.
- Ja, tað gjørdi eg, men eg haldi eisini, at hann (Ronnie Samuelsen, blðm.) spældi eitt sindur upp á tað. Hann rópti nakað, sum eg ikki fari at endurgeva, eftir mær, eftir at eg var feldur, og so eg hevði eg bara fingið nokk. Sjálvandi var tað skeivt at gera so, men tað var so tað, sum hendi, segði málverjin bersøgin, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
Men hugsaði tú ikki hesa løtuna, at tú kanska hevði kostað liðnum meistaraheitið?
- Nei, tað gjørdi eg faktist ikki. Tíbetur hevði eg fingið fríspark, áðrenn hendingina, so talan var í øllum førum ikki um brotsspark, og eg hevði eisini fult álit á, at Pól nokk skuldi taka sær av restini.
Reyða kortið merkir sjálvsagt, at Bárður ikki kann vera millum leikararnar í seinasta dystinum móti TB, men at hann verður á staðnum, tykist lítil ivi vera um.
- Tað verður nokk eitt sindur øðrvísi, enn eg hevði ætlað, men at eg fari við til Tvøroyri, er eingin ivi um. Vit eru jú føroyameistarar, og tað skal so undir øllum umstøðum feirast, segði ein hóast alt fegin málverji at enda.











