Misti gullmerkið

Hvítarussiska Nadzeya Ostapchuk, sum vann gull í kúluvarpi á teimum olympisku leikunum í London, er tikin fyri doping og hevur tí mist sítt gullmerki. Tað hevur altjóða olympiska nevndin IOC kunngjørt í dag.

 

Sambært upplýsingunum frá IOC avdúkaðu kanningar tað ólógliga evnið metanolone í landinum hjá Nadzeya Ostapchuk, og hon er tí koyrd úr kappingini.

 

Tann 31 ára gamla Nadzeya Ostapchuk tveitti kúluna 21 metrar og 36 centimetrar. Nú hennara luttøka er ógildað, fær Valeria Adams úr Ný Sælandi gull fyri at hava kastað kúluna 20 metrar og 70 centimetrar. Russiska Evgeniia Kolodko fær silvur, og Gong Lijiao úr Kina fær bronsu.