Misti fingur umborð á føroyskum skipi

Ein útlendskur maður umborð á einum føroyskum fiskiskipi fekk skaða í hondina og varð fluttur við tyrlu á sjúkrahús á Hebridunum í gjár Ein tyrla hjá vaktar- og bjargingartænastuni í Stornoway fleyg í gjár ein tann longsta teinin, sum sum tyrla hevur flogið í bjargingarørindum, fyri at fáa ein sjómann, sum hevði fingið skaða umborð á føroyskum skipi, í land í Skotlandi

Tað var beint fyri klokkan 8 gjáramorgunin, at Stornoway Coastguard fekk eitt kall frá føroyska frystilínuskipinum Helenu, sum er heimahoyrandi í Klaksvík. Ein útlendskur maður umborð hevði fingið ein skaða í hondina - hann hevði eitt nú mist ein fingur - og neyðugt var at fáa hann á sjúkrahús sum skjótast.

Helena var stødd góðar 200 fjórðingar vestanfyri Hebridurnar, tá óhappið hendi. Ein tyrla hjá Stornorway Coastgaurd fór avstað, og teinurin, sum varð flogin til Helenu og aftur, er ein tann longsti, sum nøkur bretsk tyrla hevur flogið í bjargingarørindum. Ferðin tók fýra tímar.

Sjómaðurin, sum hevði fingið skaða í hondina, liggur nú á sjúkrahúsi á Hebridunum.