Misti eygað av golfbólti

Ein av heimsins bestu spælarum rakti ein áskoðara beint í eygað.

Farna vikuskifti varð stóri golfdysturin ímillum Evropa og USA, Ryder Cup, spældur í Fraklandi, og heldur óvæntað var tað Evropa, sum undir leiðslu av kapteininum, danska Thomas Bjørn, smurdi amerikanararnar av 17½–10½. At Evropa megnaði at koppa USA var høvuðssøgan í kappingini, men ein søga, sum eisini fór avstað við nógvum uppmerksemi, var eitt einstakt slag hjá eina spælaranum.


Slagið, sum amerikanski Brooks Koepka gjørdi av tee-staðnum á 6. holi, fór somikið langt til høgru, at golfbólturin endaði ímillum áskoðararnar. Tað gjørdist skjótt greitt, at Koepka, sum er nummar trý á heimsstyrkislistanum, hevði rakt eina kvinnu í høvdið. Hann var skjótur á staðið at siga orsaka við kvinnuna, sum alt fyri eitt fekk læknaviðgerð, áðrenn hann mátti fara víðari og halda fram við at spæla.


Tað er nú komið fram, at kvinnan, ið bleiv rakt, var 49 ára gamla Corine Remande. Í samrøðu við BBC avdúkar hon, at hon bleiv rakt í eygað, og at hon hevur fingið stóran skaða av golfbóltinum hjá Brooks Koepka.


- Læknarnir hava greitt manni mínum frá, at tað var sum ein stórur brestur í eyganum, og at eg ongantíð aftur komi at síggja nakað við tí eyganum, sigur Corine Remande.


Hon sigur, at tað kundi staðið um lív, um hon var enn óhepnari, men hon hevur tó ilt við at viðganga nýggja veruleikan við bara einum eyga.


- Eg veit ikki hvussu eg skal liva bara við einum eyga. Eg, sum elski vakurt umhvørvi, ítrótt, at venja og spæla golf, sigur hon.


Hon sigur, at hon einki ilt hevur at bera Brooks Koepka fyri at hava rakt hana í eygað, men hon heldur, at fyriskipararnir av kappingini kundu gjørt meiri burturúr trygdini hjá áskoðarunum, eitt nú við at hava fólk at rópa ”fore”, sum merkir, at ein bóltur kann vera á veg ímóti tí staðnum, har tey standa.


Brooks Koepka skrivar á twitter, at hann hevur tað ræðuligt av hendingini og er tungur um hjartað av at hava verið atvoldin til at Corine Remande hevur mist annað eygað.


- Er tað eitt golfslag í øllum lívinum, sum eg kundi trekt aftur, so er tað hetta, sigur hann.