Misti dóttrina hósdagin - spældi leygardagin

Miðvallarin hjá Bournemouth Harry Arter hevði eina turbolenta viku

Miðvallarin hjá AFC Bournemouth Harry Arter var við í 86 minuttir, tá AFC Bournemouth ígjár vann 2-1 á Manchester United á Dean Court leikvøllinum í Bournemouth.

 

Hóast hesa einstøku gleðina um egið avrik, og avrikið hjá liðfeløgunum hjá AFC Bournemouth, so hevur talan verið um eina turbolenta viku hjá Harry Arter.

 

Tveir dagar undan dystinum upplivdi Harry Arter ta størstu sorg, sum eini hjún kunnu upplivað. Lítla dóttirin hjá Harry og konuni doyði undir barnsburðinum hjá konuni á sjúkrahúsinum í Bournemouth hósdagin. 

 

Kortini mannaði Harry Arter seg upp at stríðast fyri AFC Bournemouth ímóti Manchester United tveir dagar aftaná.

 

Tá Harry Arter var skiftur út var hann eisini ógvuliga kensluborin, og megnaði ikki at halda tárunum aftur: - Hann vísti sína veruligu styrki við at hava tamarhald á sínum kenslum. Eg eri eisini hinum spælarunum takksamur fyri, at teir hava tikið sær so væl av Harry hesar seinastu dagarnar. Eg eri veruliga stoltur av Harry. Pínan fer ikki at hvørva, so vit mugu ansa væl eftir honum. Vit hava Harry og familjuna í tankum okkara í hesum døgum, segði sympatiski høvuðsvenjarin hjá AFC Bournemouth, Eddie Howe við enskar miðlar aftaná dystin.

 

Eddie Howe, sum klemmaði Harry Arter aftaná dystin (sí vakra myndin) undirstrikar, at tað var eitt sterkt ynski hjá Harry Arter at sleppa at spæla dystin ímóti Manchester United. 

 

Kring alt Ongland verður Harry Arter heiðraður í hesum døgum. Og í AFC Bournemouth hevur hann fingið ein hetjustatus, sum ikki hevur sín líka.