Misti bæði foreldrini í 2016

- Vit liva í einari tíð, sum krevur nakað heilt serligt, og tað er serliga umráðandi, at vit lata vøkru vónirnar vinna fram, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafirði.

- Vit hildu nýggjárið á Gróvargøtu saman við familju, vinum og grannum við felags báli og fýrverki. Vit vóru eisini til serstaka nýggjárshaldið, sum nýggjársnevndin í Fuglafirði skipaði fyri - við faklagongu, báli og røðu í Miðlundini.

 

Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, sigur, at børnunum dáma væl at skjóta fýrverk, og vanliga verður nýggja árið skotið inn saman við grannalagnum.

 

- Farna árið hevur verið eitt sermerkt ár við nógvum góðum hendingum. Um eg skal taka onkra burtur úr, má eg nevna nýggja lista-samstarvið millum vinnu og mentan, sum snýr seg um at gera listina sjónligari í almenna rúminum. 

 

Mentanarleiðarin sigur seg eisini gleðast um samstarvið við Miðnám, Eysturkommunu og vinnuna í økinum, um at seta á stovn eitt Fab lab, sum verður til gleði fyri næmingar, lærlingar og onnur í kreativu vinnuni.

 

- Hóast nógvar góðar hendingar, so var 2016 eitt sárt ár fyri meg privat, tí eg misti bæði míni foreldur, sigur Rønn Eliasen.

 

Hon sigur, at mongu atsóknirnar í heiminum saman við krígnum í Sýria hava havt stóra ávirkan á hana.

 

- Vit liva í einari tíð, sum krevur nakað heilt serligt av okkum, og tað er serliga umráðandi, at vit gera okkum ómak og lata vøkru vónirnar vinna fram.

 

Og hvørjar spennandi ætlanir liggur so fyri framman?

 

- Eg gleði meg til 2017, og eg havi nógvar ætlanir. Á mentanarøkinum er tað serliga stóra verkætlanin við nýggja barnaskúlanum, sum fyllir nógv, og í apríl skal elsta dótturin fermast. Tað gleða vit okkum eisini nógv til, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu.