Misti bæði byrsur og vápnaprógv

Kannað verður nú eftir, hvat maðurin, sum læt skot av í Hoyvík í fyrradagin, skal skuldsetast fyri

Maðurin, sum gekk við byrsu í Hoyvík í fyrradagin, hevur mist bæði byrsur og vápnaprógv.

 

Tað sigur løgreglan í morgun.

 

Tað var seinnapartin hósdagin, at ein maður læt skot av í Hoyvík og rakti í ein rút í einum sethúsum. Rúturin fór ígjøgnum, men hóast fólk var inni, var ongin vandi á ferð, tí tey vóru stødd aðrastaðni í húsinum.

 

Løgreglan sigur, at tað eru heldur ongar ábendingar yvirhøvur, um, at hann skeyt eftir nøkrum ávísum, ella ætlaði at raka nakran.

 

Maðurin var rættiliga ávirkaður, hann varð tikin við á støðina og eftir at hann var avhoyrdur í gjár, varð hann leyslatin aftur.

 

Maðurin átti byrsu sjálvur, og hann hevði eisini vápnaprógv. Men løgreglan sigur, at nú er hevur hann mist vápnaprógvið og hann hevur latið tað inn aftur. Samstundis er hald lagt á tríggjar byrsur hjá manninum.

 

Samstundis verður nú kannað eftir, akkurát hvat, maðurin skal skuldsetast fyri og tað er ikki greitt enn, sigur løgreglan.