Misti annan fótin av fýrverki

Nú nýggjársaftan er í morgin, eiga vit øll at verða ansin, tá ið fýrverk verður skotið. Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Latið okkum binda um heilan fingur! Seinnapartin í dag hendi ein hørð spreinging í einum íbúðarhúsi í suður Rogalandi í Noregi. Spreingingin var so hørð, at húsini fluttu seg á grundini. Eldur kom í, men tað eydnaðist sløkkiliðnum at sløkkja og bjarga húsunum.

Verri var við teimum fimm ungu monnunum, sum fingust við fýrverk í kjallaranum. Allir fingu ymiskar snuddir og brunasár, og tann eini misti annan fótin.

Á skaðastovuni í Stavanger siga tey, at ein 26 ára gamal verður skurðviðgjørdur fyri álvarsligan beinskaða, og ein annar verður viðgjørdur fyri álvarslig brunasár.

Hinir tríggir sluppu heimaftur eftir viðgerð á skaðastovuni.

Hendingin í Noregi verður ikki hin einasta, nú nýggjársaftan er í morgin.

Eisini her í Føroyum er mangur komin illa fyri av fýrverki og hevur fingið løstir fyri lívið.

Øll, sum fara at fáast við fýrverk, eiga tí at vera ansin og brúka fýrverkið, soleiðis sum fyriskrivað er, hvørki meira ella minni.

Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin ? ikki minst, tá ið ræður um fýrverk, sum mangan sær lítið út, men kann elva stóran skaða, um tað ikki verður handfarið við skili.

Latið okkum binda um heilan fingur!