Einkjur, ellla einkjumenn, skulu ikki missa gjald úr Arbeiðsloysisskipanini, fyri tað um tey fáa pensjón eftir hjúnafelagan.
Ta niðurstøðu er Løgtingsins Umboðsmaður nú komin til.
Ein kona hevur klagað ALS, tí tey hava noktað henni fult gjald úr Als, tí hon eisini fekk pensjón eftir mannin, sum var deyður.
Hetta er galdandi fyri tænastumannaeftirlønir, men bæði Als, og kærunevndin, eru komin til ta niðurstøðu, at hjúnafelagaeftirløn er at samanbera við tænastumannaeftirløn.
Umboðsmaðurin sigur, at tað er tað ikki, og tí er tað ólógligt, taka Als frá einkjuni, tá ið hon fær eftirløn eftir mannin.
Tað er eisini ímóti endamálinum við eini hjúnafelagaeftirløn og tí vil Umboðsmaðurin hava ALS at viðgera umsóknina av nýggjum.
Samstundis heitti umboðsmaðurin á landsstýrið um at nágreina lógina soleiðis at eingin ivi er um, at hetta bara fevnir um egnar tænastumannapensjónir og eftirlønir.
Umboðsmaðurin sigur, at endamálið við eini hjúnafelagaeftirløn er at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá longstlivandi hjúnafelaga, soleiðis at hesin kann hava nøkulunda somu lívskor, sum áðrenn viðkomandi bleiv einsamallur uppihaldari.
- Hjúnafelagaeftirløn er í hesum sambandi at samanbera við uppihaldspening og skal, sum annar uppihaldspeningur, haldast uttanfyri útrokningarnar, tá upphæddin fyri arbeiðsloysisstuðul verður ásett, sigur Umboðsmaðurin.