Tá tað gjørdist greitt, at ongin vón longur var fyri at Amagerbankin stóð til at bjarga, hevði ein persónur eina serliga orsøk at harmast, skrivar business-line. Danski ríkmaðurin, fyrrverandi eigarin av Den Blå Avis, Karsten Ree.
Tvær ferðir hevur Amagerbankin sent út neyðarkall og báðar ferðir hevur Ree svarað og sett hundraðtals milliónir í neyðstadda bankan á Amager.
Karsten Ree, ið gjørdist góður fyri 2-3 milliardir kr eftir søluni av Den Blå Avis, setti í tveimum umførum tilsamans 800 mió kr í bankan og átti sostatt 33% av tí nú kollsiglda bankanum.
Hansara hugskot var at fáa hinar partaeigararnar at hækka sín partapening, skifta leiðsluna út, og at fáa ein sunnan og væl riknan banka burturúr.
Eftir nógv stríð eydnaðist tað Karsten Ree at fáa skift alla leiðsluna út og at spræna meira partapening í tann sjúka bankan.
Nýggja leiðslan í bankanum hevur nú staðfest, at mongu tapini, serliga innan donsku bústaðarvinnuna, gera, at partapeningurin nú er burtur og Ree kann staðfesta sín part av tapinum uppá 800 mió kr.