Ítróttarmiðlamenn kring Europa seta spurnartekin við útvísingarnar hjá teimum báðum Real Madrid spælarunum, um tað ikki var tilætlað?
Real Madrid vann annars ein knúsandi 4-0 sigur á Ajax í Amsterdam í gjárakvøldið. Men tað sum situr eftir í huganum hjá teimum mongu sjónvarpshyggjarunum, aftaná dystin ígjár, er rokið sum var ímóti dystarenda, tá Xabi Alonso og Sergio Ramos fingu tvær fullkomiliga óneyðugar útvísingar, í báðum førum aftaná tvey gul kort.
Orsøkirnar vóru, at teir hálaðu tíðina út, og kastaðu bóltin burtur. Hetta merkir, at hvørgin teirra kann verða við til tann seinasta dystin í bólkaspælinum ímóti franska liðnum, Auxerre, sum í roynd og veru er týdningarleysur. Og nú verður spurt kring Europa, um teir báðir Real Madrid spælarnir gjørdu hetta við vilja?
Alonso og Sergio Ramos høvdu nevnliga báðir eitt gult kort hvør frá øðrum dystum í bólkaspælinum, og høvdu kunna tikið eitt við sær til næsta dyst. Tá høvdu teir báðir bara verið eitt gult kort frá einum leikbanni í teimum avgerandi Champions League dystunum, sum verða spældir komandi ár.
Við útvísingunum ígjár eru Alonso og Sergio Ramos nullstillaðir aftur, tá teir skulu spæla áttandapartsfinalurnar í februar í 2011.










