Handil við loyvum og skipum
- Allur ivi eigur at verða ruddaður av vegnum.
Tað sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Hann harmast um alt rokið, sum hevur verið seinastu dagarnar um tað, at skip og loyvi verða seld.
Tað hann harmast um, er, at tað ferð eftir ferð verður ført fram, at skip og fiskiloyvi verða seld til føroyingar, sum í veruleikanum bara eru strámenn hjá útlendskum og norskum feløgum. Ígjøgnum hesar strámenn koma íslendingar og norðmenn soleiðis at eiga føroysk fiskiskip og fáa ræðið á føroyskum fiskiloyvum.
- Annars stendur tað púra greitt í lógini, at útlendingar kunnu bara eiga í mesta lagi ein triðing av einum føroyskum fiskiskipi og teir kunnu heldur ikki hava meiri enn ein triðing av avgerðarmyndugleikanum í hesum feløgum, sigur Jákup Sólstein.
- Eiga teir meiri enn tað, ella hava teir størri avgerðarrætt enn tað, er tað heilt sólarklárt, at tað er lógarbrot, leggur hann afturat.
- Verða undirskjøl ella loyniligar avtalur gjørdar, sum geva útlendingum størri avgerðarrætt, enn ein triðing, er tað ólógligt og tað kann eg aldrin taka undir við.
Og hann ger eisini púra greitt, at tað er Fiskimálaráðið, sum hevur skyldu til at hava eftirlit við, at lógin verður hildin og til at tryggja, at onki ólógligt fer fram.
Og er nakar illgruni um lógarbrot, eigur Fiskimálaráðið at kanna málið fyri at rudda illgrunan av vegnum, eisini so at reiðararnir sleppa undan illgrunanum. Tað er ikki serliga hugaligt at liva undir slíkum skuldsetingum og tí eiga tær at vera kannaðar og staðfestar, ella avsannaðar, sigur Jákup Sólstein.
Annars hevur hann als onki ímóti, at útlendingar eiga ein triðing av einum føroyskum fiskiskipi.
- Bara avgerðarrætturin eri Føroyum, sum hann eigur eftir lógini og tað er tað, sum hevur týdning, sigur Jákup Sólstein.
Ein annar spurningur, sum hevur verið nógv umrøddur í hesum sambandi, er um tað er rætt og rímiligt, at tað ber til hjá einstøkum reiðarum at selja eitt fiskiloyvi fyri stóran vinning.
-Ein kann altíð tosa um, hvat er rætt og rímiligt. Men tað einasta, vit vita, er, at tað er altíð ein politiskur spurningur, hvørjum karmum, vinnan arbeiðir undir, so tað kann ómøguligt kastast einstøkum reiðarum fyri, at teir virka undir teimum karmum, sum eru lagdir.
Er als ikki skattafrítt
- Annars er tað als ikki rætt, at vinningurin er skattafríur, sum mong hava fingið fatanina av. Taka við aktuella Eiler Jacobsen sum dømi, rindar hann góðar 50 milliónir í skatti, nú hann seldi Krúnborg fyri 356 milliónir krónur. Og tekur hann vinningin úr felagnum, skal hann betala 35 % í skatti afturat. So tilsamans er tað næstan 150 milliónir, sum sum enda í landskassanum, verður peningurin ikki brúktur til aðrar íløgur, sum eisini fara at gagna samfelagnum.
- So kunnu altíð ymsar meiningar verða um, antin hetta er ov nógv ella ov lítið, men vit kunnu bara halda okkum til veruleikan og hann er, at hetta eru karmarnir, sum politiski myndugleikin hevur lagt.
Annars er hann ikki samdur í, at Eiler Jacobsen hevur selt eitt loyvi fyri yvir 200 milliónir.
- Hann hevur selt eitt skip, við einum loyvi fyri 356 milliónir. Skip og loyvi hanga saman, leggur hann afturat.
Men sostatt hava keypararnir betalt ein prís fyri fiskiskap, sum teir vænta at fáa hesi næstu árini. Men hetta er ein stórur vági, tí tað er torført at meta um fiskiskapin nøkur ár fram í tíðina. Fara svartkjaftakvotan, sildakvotan og makrelkvotan niður í helvt, kunnu keypararnir skjótt vera um ein háls.
Góðtaka ikki tilfeingisgjald
Ein annar spurningur, sum er nógv tengdur at tí, sum er farið fram seinastu dagarnar, er spurningurin um at fiskiflotin skulu betala tilfeingisgjald.
-Tað fara vit ongantíð at góðtaka, staðfestir Jákup Sólstein.
Hann sigur, at tilfeingisgjald er eitt nýtt og fínt hugtak í føroyskum høpi, men tað merkir ikki annað enn tað, at skipini skulu betala eitt avgjald fyri at sleppa at fiska.
Undir øllum umstøðum fer eitt avgjald at tyngja raksturin og tað fara vit ikki at góðtaka. Harafturat er hetta eitt avgjald, sum skipini skulu betala, hóast tey annars geva hall.
- Eitt dømi er, at ein línubátur ella ein partrolari skal betala eina millión í landskassan um árið, hóast raksturin annars gevur hall.
- At vit betala skatt av einum staðfestum vinningi, er nakað heilt annað, sigur formaðurin reiðarafelagnum.