Tá lógin um skrásetingargjald av nýggjum bilum varð dagførd tann 1. mai 1999 hevði ein villa sníkt seg við í lógartekstin.
Villan bar við sær, at tað almenna ikki longur hevði lógarheimild at krevja mvg av skrásetingargjaldinum av nýggjum bilum.
Mistakið varð ikki uppdagað fyrr enn seks ár seinni, og tann 28. apríl 2005 varð nýggj lóg samtykt, har hetta var rættað.
Villan merkti samstundis, at fólk, ið høvdu keypt nýggjan bil í tíðarskeiðnum, sum lógin var í gildi, høvdu goldið ov nógv í mvg, tá bilurin varð innfluttur. Ein borgari kærdi um hetta, men fekk ikki viðhald frá Toll- og Skattstovuni, sum stovnurin tá æt.
Málið varð kært til Skatta- og avgjaldskærunevndina, og tann 25. oktober 2006 gav nevndin kæraranum viðhald í málinum.
TAKS vildi tó ikki góðtaka úrskurðin, men gjørdi av at kæra henda til Føroya Rætt.
Enn hevur rætturin ikki gjørt úrskurð í málinum.
---
Fakta
1. mai 1999 vórðu dagføringar gjørdar í lógini um skrásetingargjald fyri innflutning av bilum.
28. apríl 2005 verður lógin broytt, soleiðis at heimildin at krevja inn ætlaða gjaldið verður í lagi.
25. oktober 2006 ger hjá Skatta og avgjaldskærunevndini úrskurð í kærumáli. Har verður staðfest, at tað ikki var lógarheimild at krevja inn millum 1 mai 1999 til 28 apríl 2005.
26 mars 2008 tekur Skatta- og avgjaldskærnevndin avgerð um, at avgerðin frá 25. oktober skal fylgjast, so leingi sum annar dómur ikki fyriliggur í málinum.
Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki innan skatta- og avgjaldsøkið.