Michael Phelps sigur nú, at tað var eitt mistak frá Milorad Cavic, sum gjørdi tað møguligt hjá sær at seta met við at vinna 8 OL-gull í Beijing í summar. – Hann lyfti høvdið, so tað bremsaði ferðini eitt vet, áðrenn hann nart veggin, og tað var munurin. Hevði hann hildið høvdinum niðri, hevði hann vunnið, segði Michael Phelps í sjónvarpssamrøðu herfyri.. Phelps segði seg vera deyðamøddan undan finaluni í 200 m medley, sum var hansara sjeynda gull á leikunum. Men hann vann kappingina við 1/100 sekund.