Mistak tømdi Glasir

Miðnámsskúlin bleiv í dag evakueraður fyri starvsfólk og næmingar, men talan var um eitt mistak

Talan bleiv um eina dramatiska byrjan á skúlavikuna hjá næmingum og starvsfólkum á Glasi, tá alarmurin fór frá í morgun.

Yvir hátalarunum komu boðini, at øll blivu biðin um at fara úr bygninginum tí ein serliga støða var íkomin.

##med2##

Hóast tað ljóðaði dramatiskt, var talan um eitt mistak, upplýsir Steinbjørt Hardlei, fyribils rektari á Glasi.

- Tað var eitt manuelt mistak. Onkur hevur trýst á okkurt, ið tey ikki skuldu, sigur rektarin, ið leggur afturat, at tað gongur ein lítil løtu, men skjótt sleppa næmingarnir og starvsfólk inn aftur í bygningin.