Mistak hjá Neistanum

Í gjár skrivaði Sosialurin um dystin millum Neistan og VÍF, sum mikudagin varð endaliga spældur eftir langa tíð við skriviborðsstríðið.

Á dómaraseðlinum, tá dysturin var liðugur, stóð, at Neistin gjørdi vart við, at Áki G. Olsen var leikbannaður. Málið er greitt frá í blaðnum í gjár, men tá eydnaðist ikki at fáa orð á Inga Olsen, venjara hjá Neistanum.

- Vit gjørdu eitt mistak, og onki verður gjørt víðari í málinum, sigur Ingi Olsen.

Við hesum, kann endaliga staðfestast, at dysturin millum Neistan og VÍF, sum hevur verið leiktur hvønn dag síðan 18. januar, er endaliga avgreiddur.

VÍF vann málríka dystin við 36 málum ímóti teimum 34 hjá Neistanum.