Mist tolið við politikarunum

Belgiumenn í tíggjutúsundatali gingu í dag mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Bruxcelles, har tey bóðu politikararnar gevast við at keglast og heldur fara til arbeiðis, so landið kann fáa eina stjórn.

Tjóðartingsval var í Belgia fyri 223 døgum síðani, men enn hava politikararnir ikki verið førir fyri at skipa stjórn. Stríðið stendur millum tey franskttalandi øðrumegin og tey niðurlendskttalandi hinumegin.

Eitt nú eru tey franskttalandi ímóti øllum uppskotum um at spjaða valdið og umsitingina, tí eftir teirra tykki kann tað enda við, at landið verður býtt í tveir partar.

Løgreglan heldur, at eini 35.000 fólk vóru í mótmælisgonguni í Bruxelles í dag. Ein Facebook-bólkur hevur boðað frá mótmælisgongu tann 17. februar.

Samstundis eru fleiri áhugabólkar farnir at gera vart við seg. Millum annað ein ein felagsskapur, hvørs limir krevja at fáa skattin afturgoldnan, so leingi politikararnir ikki kunnu semjast um at geva landinum eina stjórn.