Líkt er til, at Tjóðveldisflokkurin treyðugt vil halda samgonguskjalið. Samstundis vísir henda støðan, at flokkurin veit ikki, hvat tann vanligi føroyingurin hevur til lívsins uppihald. Og brævskrivingin millum landsstýrismenn vísir, at áralagið í samgonguni, sum annars tosar um at fara á val sum ?ein maður?, er stak vánaligt!
Henda samgongan setti sær m.a. fyri at lækka skatta- og avgjaldstrýstið. Men tað bleiv einans til 200 krónur um mánaðin hjá einum lágtløntum lønarbeiðara! Og nú er tjóðveldisflokkurin í øðini, tí fólkaflokkurin atkvøður fyri einum uppskoti hjá javnaðarflokkinum at lækka bensinprísin nakað.
Tá landskassin hevur met yvirskot á hvørjum ári, skuldi tað annars verið lagað manni at lætta eitt sindur um skattabyrðuna, uttan tað nervar landsbúskapin og fær hann upp á kók. Men gakk. Javnaðarflokkurin ? og eisini sambandsflokkurin ? hevur havt fleiri uppskot um at lækka skatta- og avgjaldstrýstið nakað. T.d. við lækka vanliga skattin, lækka oljugjaldið, lækka bensinprísin og varðveita rentufrádráttin á 48 prosentum. Men tjóðveldisflokkurin setir føtur í spennið, og nú hartar hann fólkaflokkin fyri at hava tikið undir við uppskotinum at lækka bensinprísin!
Allir tilvitandi føroyingar eru samdir um, at vit skulu reka ein varnan búskaparpolitikk, og nú privatu íløgurnar eru stórar, skal tað almenna halda aftur. Men føroyingurin skal eisini kunna liva í Føroyum. Kanningarnar hjá fakfeløgunum vísa eisini greitt, at tann vanligi føroyingurin hevur ikki ein tjans at fáa endarnar at røkka saman, so tað átti at verið góður tjóðveldispolitikkur at veitt tí vanliga lønarbeiðaranum nakrar smávegis sømdir. Men henda politikk hevur tann ?nýggi tjóðveldisflokkurin? gloymt!









