Fyrrverandi kilski einaræðisharrin Augusto Pinochet hevur nú mist tað politiska órinið, sum higartil hevur forðað myndugleikunum í at ákæra hann fyri fleiri morð fyri 30 árum síðani.
Nú hann hevur mist órinið, verður Pinochet væntandi ákærdur fyri at hava medvirkað til, at 119 politiskir andstøðingar vórðu fyribeindir í 1975. Líkini vórðu funnin í grannalandinum Argentina. Hernaðarstýrið hjá Pinochet vildi vera við, at tey 119 vóru deyð í samanbrestum í Argentina, men hesum hevur kilska ákæruvaldið víst aftur.
Pinochet, sum stýrdi Kili frá 1973 til 1990, er fleiri ferðir sloppin undan rættarsókn, tí hann hevur so vánaliga heilsu. Tað er heldur ikki vist, at hann verður ákærdur hesaferð, tí avgerðin um at taka órinið frá honum kann kærast til hægstarætt, skrivar AP úr Santiago.










