Tað eydnaðist í gjár bóndum og bjargingarliðum í Íslandi at bjarga fleiri hundrað seyðum, sum vóru undirkavaðir í kavaódnini fyrradagin, men nógvir bóndur stúra fyri, at teir hava mist nógvan seyð.
-Vit hava funnið 90 seyðir í dag, og sjey teirra vóru deyðir. Vit leita framvegis eftir sjey, sigur bóndin Ingibjörg Björnsdóttir við Morgunblaðið. Hon sigur tað vera ótrúligt, at so nógvur seyður skal vera á lívi eftir kavaódnina, tí í summum førum hava tey bjargað seyði, sum lá tríggjar metrar undir kavanum.
Gjáramorgunin visti bóndurnir í Íslandi ikki, hvussu umleið 12.000 seyðir vóru komnir ígjøgnum kavaódnina. Roknað verður við, at í hvussu er nakrir hundrað eru deyðir.










