Í summar vísti ein kanning í Noregi, at flestu norðmenn høvdu góðar vónir um framtíðina, og at kreppan í evrulondunum mundi ikki fara at fáa stórvegis ávirkan í Noregi. Men nú vísir ein nýggj kanning, at nógvir norðmenn eru farnir at ivast um framtíðina.
Í kanningini eru fólk spurd, hvussu góðar vónir tey hava um síni egnu og landsins fíggjarviðurskfti tað næsta árið, og sambært teimum, sum hava gjørt kanningina, hava fólk ikki havt so ringar vónir um framtíðina síðani í einari tilsvarandi kanning í mars í 2009.
Kanningin vísir, at fleiri bera ótta fyri, at arbeiðsloysið fer at veksa, og at mong hava gjørt av at sleppa ella at útseta ætlanir um at keypa ella at umvæla bát, bil ella summarhús, tí tey tora ikki at brúka pengarnar.