Mistøkini kostaðu

- Vit halda teimum burtur frá veruligum málmøguleikum næstan allan dystin, men tey persónligu mistøkini hjá okkum kostaðu, segði Hans Backe á tíðindafundi eftir dystin

Fótbóltur

Sosialurin, Keypmannahavn: Venjarin hjá FCK mátti ásanna, at liðið við teimum drúgvaru royndunum royndist betur í Parkini mikukvøldið. Tvey mistøk í verjuni kostaðu ógvuliga dýrt, tí hóast Champions League bólkaspælið var í eygsjón, verður tað av ongum á hesum sinni.
Hans Backe helt annars, at dysturin gekk nógv aftur og fram, har liðini skiftust um at hava leggja trýst á mótstøðuliðið.
- Mann má bara ikki lata tvey mál inn á heimavølli. Teir skora eftir tvær deyðbóltsstøður, og tað er eitt sera stórt vónbrot fyri meg sum venjara, segði Hans Backe við fjølmiðlar eftir dystin.

Royndirnar komu til góðar
Hann vísti á, at Rangers hevur fleiri royndar leikarar, ið hava spælt nógvar altjóða dystir, og møguliga var tað orsøkin til, at Rangers megnaði at vinna, hóast FCK spældi fult upp við skotska liðið.
Backe segði annars um innskiftingina av Santos, at hetta var rein gambling, tí at hann ikki hevði spælt ein veruligan dyst í næsta fýra mánaðir, og at hann bert hevði vant við fullari ferð saman við hinum liðfeløgunum í tíggju dagar.
- Nú mugu vit bara satsa uppá landskappingina og UEFA Cup, segði ein heldur lotur venjari eftir tað sera stóra vónbrotið. Hann hevði eins og næstan øll onnur í Keypmannahavn sett nøsina upp eftir Champions League.