Fótbóltur
Norski fótbóltsdómarin, Tom Henning Øvrebø hevði kanska sín ringasta dag, sum fótbóltsdómari, tá hann dømdi seinnu hálvfinaluna millum Chelsea og Barcelona á Stamford Bridge seinasta mikukvøld.
Tom Henning Øvrebø vildi ikki døma brotsspark, hóast fleiri støður vóru, sum kundu - og kanska burdu - givið Chelsea brotsspark. Hetta hevur fingið ilt í fleiri Chelsea-fjepparar, og nú skal vreiðin hjá teimum ganga út yvir norska luttakaran í tí europeisku tónleikakappingini Eurovision. Chelsea-fjepparnir heita nú á Bretland og onnur lond, um at syrgja fyri, at Alexander Rybak, sum umboðar Noreg ikki fær nakað stig í europeisku tónleikakappingini.
Tekur tað ikki í álvara
Alexander Rybak er annars favorittur til at vinna Grand Prix-kappingina hjá fleiri veddingarfyritøkum. Men nú arbeiða Chelsea-fjepparar hart fyri, at Noreg og Alexander Rybak ikki fáa sigurin í europeisku tónleikakappingini til høldar.Leiðarin fyri Chelsea-stuðlunum í Noregi, Even Strete sigur í stuttari viðmerking til Rás2, at talan má vera um skemt, sum hann ikki dugir at taka í fullum álvara. - Grand Prix kappingin hevur lítlan og ongan týdning, væl minni av týdningi enn fótbóltur hevur, heldur Even Strete. Even Strete sigur, at tey í Chelsea-fjepparafelagnum í Norgi eru misnøgd við avrikið hjá Tom Henning Øvrebø á Stamford Bridge seinasta mikukvøld, men at tey taka frástøðu frá persónsjagstran ímóti Tom Henning Øvrebø.