Mistøk hjá flogskiparunum gjørdu, at eitt russiskt Jak 42-flogfar datt niður uttan fyri býin Jaroslavi í september. Tað sigur russiska skaðanevndin í sínari frágreiðing um vanlukkuna.
Vanlukkan við Jaroslavi kostaði 44 mannalív, og millum teirra, sum doyðu, vóru fleiri kendir íshockeyspælarar, teirra millum sviin Stefan Liv.
Sambært skaðanevndini var tað óheppið, at flogskipararnir vóru ikki vanir við at flúgva við flogførum av slagnum Jak42, og at annar teirra helst hevur traðkað á bremsuna undir fráferðini uttan at vita tað. Harafturat sigur nevndin, at kanningar staðfestu ólógligan heilivág í blóðinum hjá øðrum flogskiparanum. Sambært tíðindastovuni Interfax órógvar heilivágurin nervalagið, og flogskiparar hava ikki loyvi at brúka hann.
Skaðanevndin fýlist eisini á trygdarmannagongdirnar hjá flogfelagnum, sum átti vanlukkuflogfarið.










