Mistøk kostaðu

VB vann fult uppibornan 4-2 sigur á GÍ í Gøtu leygardagin, tá ið heimaliðið royndi seg við heilt nýggjari verju og nýggjum málverja.

Vágbingar gjørdu bart, tá ið teir leygardagin vóru á vitjan í Serpigerði í Gøtu. Gøtumenn vóru nógv skerdir undan dystinum, og undir upphitingini gjørdist tað greitt, at heldur ikki málverjin, Hallur Jacobsen, bleiv klárur til dystin, og tískil noyddist eykamálverjin, Rúni Joensen, millum stengurnar at standa.

Símun í essinum
Dysturin var ikki serliga gamal, tá ið vágbingar vístu heimaliðnum, at teir ætlaðu sær øll trý stigini. Ein sera væl upplagdur Símun Samuelsen fær hendur á bóltinum úti í øðrum borðinum og sær, at Rúni í GÍ-málinum stendur nakað væl burtur frá sjálvum málinum. Símun ger tí bart og úr eini 40 metra fjarstøðu langar hann til, og bólturin fer upp um Rúna og í netið til 1-0. Tá vóru ikki meiri enn sjey minuttir leiktir.
Longu minuttin eftir vóru vágbingar aftur upp á spæl, tá ið rangstøðufellan hjá GÍ miseydnast. Símun Samuelsen sleppur at renna púra einsamallur móti málinum hjá gøtumonnum, og hann var tryggur og skoraði til 2-0 móti sínum gomlu liðfeløgum.
Hetta var vorðið sum byrjan hjá VB, og unga verjan hjá GÍ hevði als ikki fingið høvi til at finna sær til rættis, áðrenn vágbingar høvdu revsað teirra mistøk.
Gøtumenn komu tó eitt sindur meiri við í dystin, so hvørt sum hálvleikurin leið, og Hans Pauli Petersen fekk minkað um munin til 1-2 eftir trunkaspæl framman fyri Bjarna Johansen í málinum hjá VB.
Gleðin var tó stokkut hjá heimaliðnum, tí vágbingar vóru grammari og dugdu betur at brúka nógv vindin, sum var í Gøtu leygardagin.

Ungt stjørnuskot
Enn einaferð var tað eitt persónligt mistak hjá GÍ, sum kostaði, tá ið VB legði seg á odda 3-1. Leikandi venjarin hjá gøtumonnum, Krystof Popczynski, hevði bóltin í egnum brotsteigi, men misti hann til altíð vandamikla Milan Kuljic, og endin var, at 16 ára gamli Jón K. Poulsen, sum hesaferð var við frá byrjan í álopinum hjá vágbingum, kundi økja um leiðsluna hjá VB til 3-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Tað sást á øllum brøgdum, at verjan hjá GÍ ikki var samanspæld, og vágbingar dugdu eisini at gera sær dælt av hesum. Í seinna hálvleiki var ungi Jón K. Poulsen enn einaferð upp á spæla, og hann legði VB á odda 4-1. Landsliðsleikarin Súni Olsen fekk við sínum 12 máli í hesum kappingarárinum minkað um munin til 2-4, men veruligur spenningur kom ongantíð í dystin, tí til tað var munurin á liðunum báðum ov stórur.
Vágbingar vóru sum vera man stak væl nøgdir við avrikið í Gøtu leygardagin, og tað er vert at nevna, at VB ongan leikara hevði á beinkinum, tí tann eini eykaleikarin, ið skuldi við til Gøtu, hevði forsovið seg til bátin leygarmorgunin.