Mistøk kosta altíð

Levi Hanssen hjá Skála var ikki nøgdur um úrslitið, sum teir høvdu fingið í Gundadali.

- Sjálvandi er tað ikki lætt, tá liðið fremur somikið nógv mistøk. Tá tú spælir á útivølli móti HB, so veitst tú, at hetta hevur tú ikki ráð til.

Júst slík mistøk hevur Skála annars lúkað burtur seinastu nógvu umførini. Hvat gekk galið hesaferð?

- Tað ber illa til at staðfesta. Ikki annað enn, at vit mugu arbeiða við at betra tann partin av spælinum, helt Levi.

Um komandi umførini vil Levi einki siga, hvørt hann metir Skála hava nakran møguleika at klintra longur upp á stigatalvuni.

- Vit mugu bara taka ein dyst í senn. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað kann røkka.