Hondbóltur
Taåð var ikki serliga sjónligt, at tað vóru ávíkavist næst- og triðbesta kvinnuliðið í landinum, sum dystaðust á Hálsi sunnudagin.
Neistin hevur í ár havt takið á VB, og fyrstu løtuna gekst eisini heimaliðnum væl, men so kom av álvara stígur í. Serstakliga tí tær á heimaliðnum á ongan hátt megnaðu at halda høvdinum kald. Mest sum hvørja ferð tær høvdu bóltin, vildu tær partú koyra við 110 km/t ferð, og úrslitið varð eisini hareftir. Óteljandi ferðir varð bólturin tveittur burtur, ella vórðu álop endað alt ov tíðliga við skotroyndum.
Tað gav VB lætt spæl, og hetta nýttu tær eisini til at skapa sær eina leiðslu, sum bara tóktist at vaksa, so hvørt sum dysturin leið.
Eftir steðgin var tó vent í holuni. Neistin hevði fyrst og fremst nýtt steðgin til at køla høvdini nakað, og tað byrjaði hampuliga skjótt at gera mun.
Og hartil sýndi Fríða Petersen enn einaferð, at hon í løtuni er ein tann allar besti málverjin í landinum. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði VB bert tvær ferðir, og so var dysturin mest sum taptur. Heilt stórur gjørdist munurin kanska ongantíð, men tað stóð øllum greitt, at Neistin nú var væl og virðiliga omaná, og tað eydnaðist teimum eisini at koyra sigurin heim uttan stórvegis dikkedarir.
Fakta um dystin
Neistin-VB 26-23 (12-16)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta R. Hansen 8(2), Rakul Augustinussen 3(1), Unn Kragesteen 3, Maria Dahl 3, Katja Eigemann 2, Annika Thomsen 2, Elin Stakksund 2, Ása á Neystabø 1, Gunnvá Brockie 1, Heidi Maria Akselsen 1
VB: Daiva Toumaite 14(4), Ivana Ljublic 2, Laila Jespersen 2, Rannvá Johannesen 2, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1
Brotskøst: Neistin 9, VB 4
Útvísingar: Neistin 3, VB 4
Dómarar: Hannis & Uni Wardum