Mist fleiri lomb

Petur Karl av Rana, bóndi í Trongisvági, hevur mist fleiri smálomb í vár, tí tey eru ákoyrd.

– Eg havi í hvussu er mist trý lomb, tí tey eru ákoyrd, sigur Petur Karl av Rana.

Hann upplivir flestu ár at missa okkurt lamb, men tað hava verið nógv í ár. Og tað er hann sera harmur um.

Um tann, ið rennir á, boðar frá, so fær eigarin pening aftur frá tryggingini fyri miss av seyði.

Petur Karl av Rana heldur, at fatanin ikki altíð er so stórt frá myndugleikunum, tá ið nýggir landsvegir verða gjørdir.

– Landið tekur jørð frá bóndum og festarum og ger veg beint gjøgnum haga, har nógvur seyður vanliga gongur. Og so verður krav sett um, at bóndin má rinda fyri at hegna seyðin úti. Tað er ikki samanhangur her, sigur Petur Karl av Rana.

Og í sambandi við vegin til nýggja Hvalbiartunnilin, so saknar bóndin at myndugleikarnir ikki vilja spæla við, so at til ber at fáa eina seyðasmogu, so seyðurin sleppur undir vegin.

– Vit hava ynskt, at ein tunnil verður gjørdur undir vegin, so at seyður sleppur ígjøgnum frá aðrari til hina síðuna av vegnum uttan at fara tvørtur um vegin. Men Landsverk hevur sagt nei, at tað verður ov dýrt. Hetta er langt út, sigur Petur Karl av Rana.