- Eg havi verið fakfelagsleiðari í 30 ár, men trýrt tú virkuliga, at eg havi álit á, at tað ber til at gera eina avtalu við politikarar?
Ingeborg Vinther ljóðar rættiliga uppgevandi, tá ið vit spyrja hana, hvat hon heldur um uppskotið hjá formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag um trýpartasamráðingar millum fakfeløgini, arbeiðsgevararnar og politiska myndugleikan.
Endamálið við slíkum samráðingum skuldi verið at fingið eina avtalu við politiska myndugleikan um fíggjarlig inntriv fyri at forða fyri, at lønin verður etin upp aftur av skattum og avgjøldum.
Afturfyri kundi lønarkrøvini so verður tálmað fyri at bøta um kappingarførið hjá vinnuni og livistøðið hjá løntakarunum.
Ingeborg Vinther sigur, at tað ljóðar dámligt at gera trýpartaavtalur um ein ávísan lønarkarm, sum politikarar sostatt ikki binda seg til at eta uppaftur við øktum avgjøldum og skattum
Púra onki álit
Men hon staðfestir í sama andadrátti, at hon hevur ikki tað allarminsta álitið á, at tað hevði borið til at gjørt eina slíka avtalu millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politiska myndugleikan.
- Eg vísi ikki hugskotinum frá mær, men tíverri hava vit ikki teir røttu politikararnir til at vit kunnu hava álit á, at ein slík avtala hevði verðið hildin.
Hon sigur, at hetta eru tær beisku royndirnar hon hevur gjørt sær eftir 30 ár í fakfelagsarbeiði.
- Eg havi langt síðani mist álitið á politikararnar.
Hon sigur, at hon hevur ov nógv dømi um, at politikarar hava brotið avtalur, teir hava gjørt við fakfeløgini.
Hon sigur, at tað seinasta dømið var serliga groft.
Tað var tá ið politiski myndugleikin vildi gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
- Tá lovaðu politikararnir okkum, andlit til andlits, at tað skuldi ongin trupulleiki vera at ganga krøvum frá fakfeløgum á møti um eftirlit og mannagongdir.
- Men tá ið avtornaði vóru okkara ynski ikki eftirlíkað, tí lógin varð smíðað fullkomiliga eftir arbeiðsgevarans høvdið.
Ingeborg Vinther sigur, at hennara tykki var hetta so stórt álitisbrot, at tað bøtist ikki aftur.
Tí er tað eftir hennara tykki ikki møguligt at gera slíkar trýpartaavtalur við politiska myndugleikan, hóast tankin er góður.
Les eisini greinina: Jóannes Eidesgaard forstýrar samráðingar










