Missur koyrikortið – men bara í Føroyum

Sum heild hevur løgreglan havt eitt friðarligt vikuskifti

Sum heild hevur løgreglan havt eitt avbera friðarligt vikuskifti. Tað var fitt av fólki í býnum, men tey gjørdu ikki stóran háva av sær. Eitt fólk hevur kortini fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí at viðkomandi ikki dugdi sær hógv, men hevði ein atburð, sum tey, sum vóru rundan um, høvdu ampa av.

 

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna og í hesum sambandi varð bilur steðgaður, har bilførarin er undir illgruna fyri at koyra við kenning. Blóðroynd varð tikin og úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvat fer at henda. Men í hesum føri var talan um ein útlendskan bilførara. Tað merkir, at missur hann koyrikortið, er tað bara í Føroyum, at hann ikki sleppur at koyra bil, tí hann missur ikki koyrikortið í heimlandinum.