Misskiltur felagsskapur

Edmund Joensen og Helgi Abrahamsen hava skrivað endaleysa røð av lesarabrøvum um ræðuleikar, sum standast av lækkaðum blokki. Men hví hava teir einki veruligt gjørt fyri at hækkað hann aftur? 

 

 

Um Edmund og Helgi meintu tað, teir siga ...

 

Sum er, verður blokkstuðul latin úr statskassanum til landskassan fyri uppgávur, sum landsstýrið IKKI hevur ábyrgdina av. Tá ið málsøki verður yvirtikið, verður blokkurin lækkaður.

 

Tað, sum eg undrist á, er, hví Edmund og Helgi ikki brúka innbygda ‘logikkin’ í hesi skipan til at hækka blokkin aftur.

 

Hví hava teir ikki sett fram uppskot um at lata dønum fólkaskúlan aftur at umsita? Ella hvat við øðrum málsøkjum, ið eru yvirtikin.

 

Man veruleikin ikki vera tann, at sjálvt Edmund og Helgi síggja, hvussu ómoralsk og sjúk blokkstuðulsskipanin er?

 

Í familjuhøpi svarar blokk-skipanin til, at foreldur við tannáring sín siga: “Tú skal ikki rudda kamarið hjá tær. Gert tú tað, er tað 'slutt' við lummapeningi frá okkum.”

 

Trúgvi ikki, at sjálvt hin ørasti blokk-fanatikarin heldur, at hetta er rætti mátin at uppala børn síni.

 

Eldraøkið og blokkur

Ætlanir eru frammi um, at kommunurnar skulu taka yvir ábyrgdina av eldraøkinum frá landinum. Sjálvfylgja er, at peningur fylgir við uppgávuni. Ein ella onnur blokkstuðulsskipan verður fingin í lag, har nakrar hundrað milliónir krónur verða fluttar úr landskassanum til kommunukassarnar.

 

Um hendan kommunala yvirtøkan varð skipað eftir sama leisti, sum tá landið yvirtekur uppgávur frá statinum, skuldu kommunurnar hinvegin goldið landskassanum 3-siffraða upphædd árliga fyri at taka við ábyrgdini.

 

Munnu Edmund og Helgi halda, at rætt er, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið eftir slíkum leisti?

 

Um Edmund og Helgi vóru góðir við ríkjafelagsskapin ...

 

Eisini danskar kommunur fáa blokkstuðul úr statskassanum. Men her er leisturin ein annar enn tann, ið galdandi er fyri blokkin til landskassan. Fyri tað fyrsta rinda borgarar, sum búgva í donskum kommunum, inntøkuskatt og onnur gjøld til statskassan. Í øðrum lagi verður blokkstuðulin roknaður eftir, hvussu kommunurnar fíggjarliga eru fyri og hvørjar uppgávur, tær røkja og yvirtaka frá statinum. Her er talan um eina rímiliga og meiri virðiliga skipan, enn hana, ið er galdandi fyri blokkin til landskassan.

 

Edmund og Helgi! Um tit meina tað, tit siga tykkum standa fyri, so royni atbroyta verandi felagsskap millum Føroyar og Danmark til tað betra. Fái í lag eina blokkstuðulsskipan, sum ikki fíggjarliga revsar land okkara, tá ið politiska skipanin her hevur ynski um at taka á seg uppgávur og ábyrgd frá donskum myndugleikum. Tankagongdin er júst hin sama, sum nú ger seg galdandi, tá ið kommurnar taka yvir málsøki frá landinum.