Misskilta umsorganin hjá Beate

Í lesarabrævi um málið um Roykivirkið í Álakeri avdúkar Beate L. Samuelsen, býráðslimur, at hon hevur misskilt málið

Heðin Mortensen
borgarstóri í Tórshavnar kommunu

Lesarabrævið hjá Beate avdúkar, at hon hevur ikki rættiliga hylling á, hvat málið snýr seg um. Tí nakrar heilt stuttar rættingar til tað, hon førir fram.
Í fyrsta lagi sigur Beate, at Tórshavnar kommuna stendur í fremstu røð, tá ið húsaprísir í kommununi skulu trýstast uppeftir. Og tað teingir hon so at málinum um Roykivirkið.
Til tað er at siga, at boðið frá kommununi upp á virkið er meira enn eina millión krónur lægri enn tað, seljarin leggur út við.
Í øðrum lagi avdúkar Beate, at hon veit ikki, hvørji feløg kommunan hevur í huganum, tá talan er um at bjóða innivist í Roykivirkinum. Hon tosar um “bara okkurt” og “kanska”, hóast tað í skrivliga tilfarinum, sum varð lagt fyri býráðsfundin, er nevnt, hvønn talan er um. Tó er tað rætt, at eitt av hesum feløgum leggur treytir á fyri at flyta úr verandi felagshølum, sum tey vilja sleppa at byggja út og um, hóast økið, har tey nú halda til, er friðað.
At Beate so seinni í lesarabrævinum blandar aðrar bygningar í sama friðaða umhvørvi uppí, vísir bara hennara virðing fyri hesum umhvørvi, sum havnarborgarar hava valt hana í býráðið at umsita.
Beate grætur rossatár um, at kommunan skal forða vinnuni í at ogna sær Roykivirkði til vinnuligt endamál.
Hartil er at siga, at Roykivirkið í Álakeri í eini seks ár hevur ligið steindeytt, uttan at nakar hevur víst tí seriøsan áhuga. Tó so. Onkur fyrispurningur hevur verið um t.d. at sleppa at taka bygningin niður og byggja háhús við íbúðum ístaðin.
Økið verður í dag í stóran mun brúkt sum ítróttarøki, har kappróðrarfelag hevur sítt virksemi. Frítíðarvirksemi í Álakeri er eisini stórt. Neystini gera sítt til, at nógv virksemi er har allar ársins dagar. Harumframt verður økið eisini brúkt av bátaeigarum, tá ið báturin skal upp á land at málast og viðlíkahaldast. Tí er upplagt, at eisini onnur áhugafeløg, sum hava við sjógvin at gera, fáa innivist á økinum. Serliga tá vit vita, at summi teirra eru húsvill.

Góða Beate, far tær ein túr út í Álaker og hygg at øllum virkseminum har er, sum hevur við bát og sjógv at gera. Har er sjón fyri søgn.