Misskilt útbjóðing

Fleiri teirra, sum í dag koyra bussar hjá Bygdaleiðum, eru ónøgdir við útbjóðingartilfarið, sum Strandferðslan hevur sent út í samband við útlisitering av leiðunum. Teir óttast millum annað íløgur í nýggjar bussar. Tað stavar í ávísan mun frá misskiljingum, sigur Strandferðslan

 

Útlisitering

Fleiri bussførarar hjá Bygdaleiðum eru ónøgdir við tilfarið, sum Strandferðslan hevur latið út í samband við útbjóðing av leiðunum. Millum annað eru teir, sum eiga gomlu bussarnar, ónøgdir við, at aldursmark verður sett á bussarnar, so teir noyðast at gera stórar íløgur í nýggjar bussar. Og tosið manna millum um útbjóðingina hevur eisini fingið fólk, sum ferðast við Bygdaleiðum, at kenna seg ótrygg.

Men tað er eingin grund hjá hvørki bussførarum ella ferðafólki taka útbjóðingatilfarið sum nakra endaliga loysn, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sum stendur fyri útbjóðingini.

Fleiri teirra, sum hava vent sær til Sosialin við viðmerkingum til útbjóðingina, hava víst á, at har eru so nógvir feilir í tilfarinum, at tað kann ikki brúkast. Eisini verður víst á, at ferðaætlaninar, sum eru í tilfarinum, als ikki kunnu brúkast av vanligum fólki.

Til dømis er ferðaætlanin úr ávísum øki í landinum løgd soleiðis, at ikki ber til hjá fólki, sum arbeiðir í Havn - teimum sonevndu pendlarunum - at fara heiman á morgni og vera í Havn til vanliga arbeiðstíð, sum higartil hevur verið gjørt.

Til tað sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, at hasar ferðaætlaninar, sum standa í útbjóðingartilfarinum, als ikki eru tær endaligu ætlaninar.

?Sjálvandi eru tær ikki tað, sigur hann. Hatta eru bara modell, sum vit hava sett upp fyri at vísa á, hvussu tað møguliga kann gerast.

Hann sigur, at hann er greiður yvir, at tað eru fleiri feilir í tilfarinum, men at tað ikki er annað enn vanligt, tá slíkt tilfar verður latið út.

Hinvegin heldur hann, at tað hevði verið rættari, um fólk, sum høvdu atfinningar og viðmerkingar, søgdu Strandferðsluni frá hesum, áðrenn tey fóru í pressuna við tí.


Óttast íløgur

Lagt verður í útbjóðingartilfarinum upp til , at bussarnir, sum fara at koyra ruturnar í framtíðini, skulu vera rímiliga nýggir og í góðum standi.

Tað eru ikki allir, sum koyra í dag, sum hava nýggjar bussar, og tá aldursmark verður sett á bussarnar, vænta fleiri teirra, at teir rísa ikki undan aftur eini íløgu upp á hálvatriðju millión til ein nýggjan buss. So kunnu teir tað sama bara gevast, verður víst á.

Onkur bendir tað tann vegin, at útbjóðingartilfarið er gjørt soleiðis, fyri at fáa so fáar stórar og peningasterkar fyritøkur sum gjørligt at yvirtaka alla koyring hjá Bygdaleiðum. Harvið verða kanska eini 40 fólk søgd úr starvi, verður víst á.

Poul Jákup Thomsen váttar, at ætlanin er at hava koyringina á so fáum hondum sum gjørligt. Ella í so fáum eindum sum gjørligt, sum hann tekur til.

Tað merkir, at eitt nú Suðuroy, Sandoy, Vágar og Norðoyggjar verða bodnar út undir einum. Sum so aftur merkir, at Strandferðslan bara skal samstarva við ein arbeiðstakara í økinum.

?Tað vil tó ikki siga, at bara ein av verandi bussførarunum kann bjóða upp á koyringina, sigur hann. Tað kunnu allir, um teir bara kunnu samstarva og til dømis stovna eitt felag, sum tekur leiðirnar á seg og síðan letur teimum ymsu bussførarunum leiðirnar aftur at koyra í egnum bussum.

Men støðið á bussunum skal vera i lagi, sigur fólkaflutningsleiðarin. Tað liggur í endamálsorðingini hjá Strandferðsluni og verður ikki gingið frá.


Bara summir bussar

Gjørt hevur verið vart við, at tað eru bara teir privatu bussarnir, sum skulu privatiserast.

Í tí liggur, at Strandferðslan fer at hava nakrar bussar eftir, sum stovnurin sjálvur skal reka. Og hesir vera teir bestu bussarnir, sum koyra á rutunum, sum í dag geva yvirksot, verður sagt.

?Tað er rætt, at vit fara at hava eitt nú flogleiðina úr Havn vestur á flogvøllin eftir fyrstu tíðina, sigur Poul Jákup Thomsen. Men hon verður boðin út seinni, leggur hann dent á. Helst eftir jól komandi ár.

Men tað hevur einki við útbjóðingina annars at gera, sigur hann, tí sáttmálaranir, sum gjørdir verða, fara at vera bruttosáttmálar. Tað vil siga, at tann, sum átekur sær at koyra, ger tað fyri eina ávísa, fasta upphædd, sum verður avroknað við Strandferðsluna. Inntøkur og útreiðslur fara ikki at ávirka sáttmálan, sigur Poul Jákup Thomsen.

Fyri at fáa sum mest av ótryggleika og iva burtur, beyð Strandferðslan í sjálvum útbjóðingartilfarinum teimum, sum ætla at bjóða upp á koyringina, á fund í Havn seinnapartin í gjár. Fundurin skuldi vera, eftir at blaðið var farið til prentingar.