- Í grein á in.fo tann 7. mei í ár verður borið fram, at Vørn í fjør hevði niðurlagt tangavaktina. Talan má vera um eina misskiljing.
Tað sigur stjórin í Vørn, Elmar Højgaard, á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann leggur aftrat, at Vørn hin 30. apríl í ár boðaði starvsfólkunum frá, at fasta tilkallivaktin fyri trýsttangan vegna sparingar bleiv niðurløgd frá 1. august í 2014.
- Landssjúkrahúsið fekk í hesum sambandi at vita, at Vørn ætlaði at skipa seg soleiðis, at menn kunnu verða tøkir innan rímiliga tíð, umframt at verða við til venjingar.
Elmar Højgaard leggur aftrat, at seinastu viðgerðir av sjúklingi í trýsttanga hava verið tann 8. oktober í 2013 og tann 24. mars í ár.