Misskiljing førdi til harðskap

Løgreglan vil eisini hava ein útlending vístan av landinum

Um vikuskifti varð eitt mál um harðskap á einum skeinkistaði í Havn. Tað var ein útlendingur og ein føroyingur, sum komu til illnar. Men eftir tí, løgreglan hevur skilt á málinum fyribils, var talan eina misskiljing, har føroyingurin og útlendingurin misskiltu hvønn annan og tað førdi til harðskap.

 

Úrslitið varð, at føroyingurin sigur, at hann varð sligin tríggar, fýra ferðir – men hann fekk ikki nevnivert at skaða kortini. Men løgreglan sigur, at gerningsmaðurin varð handtikin og hann varð varðhaldsfongslaður. Og løgreglan sigur, at endamálið er at fáa hann vístan av landinum fyri harðskapin.