Í mong ár hevði eg undirvísing í Tórshavnar Kvøldskúla við heintum »Loyst úr lagdi«. Mong vita, at eg eri við at geva eina bók út og trúgva tí, at hetta er bókin. Fólk ringja og spyrja, um bókin nú er komin. Tey fáa hetta svarið:
Bókin hjá mær fær heitið »Seyður. Ull. Tøting« og kemur út síðst í hesum mánað. Umframt at innihaldið svarar til heitið, er ein heildarfrásgn um seyð í Suðuroynni við myndum frá Akrabyrgi til Sandvíkar. Sprotin gevur bókina út.