Í sambandi við, at vit týsdagin greiddu frá týdninginum av føstu 60 km/t skeltunum, ið fyri stuttum vórðu sett upp við Gøtugjógv, í Søldarfirði, á Skipanesi og í Sandavági, hevur blaðið fingið hendan fyrispurning:
Hvør ferð er galdandi, tá komið er út aftur um fjølbygda økið?
Svarið er, at tá tú kemur út um skeltið "fjølbygt endar" kanst tú aftur koyra við vanligari ferð upp til 80 km/t. Tað vil siga, at 60 km/t bert er galdandi, tá tú koyrir inn ímóti fjølbygdum øki.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Set ferðina niður
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Endamálið við niðurskeltingini er at fáa ferðina nakað niður, áðrenn koyrt verður inn í bygda økið. Hetta er ikki neyðugt, tá koyrt verður úr fjølbygda økinum, og tí er tá loyvt beinanvegin at fara upp á 80 km/t.
Í fjølbygdum øki er 50 km/t ferð altíð galdandi, um ikki onnur ferð er ásett við skeltum.
60 km/t skeltini eru ein niðurskelting á 80 km/t økinum, sum eisini verður nýtt aðrastaðni, har stórar ferðsluæðrar ganga ígjøgnum bygd økir, og trupult er at fáa tey ferðandi at virða ferðmørkini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ansa eftir koyrikortinum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Vit vilja eisini enn einaferð minna lesaran á, at koyrir tú skjótari enn 80 km/t á strekkjunum, har 60 km/t er ásett, sleppir tú ikki við eini bót, men skalt upp til nýggja koyriroynd, áðrenn 3 mánaðir eru farnir - og tú missir koyrikortið treytað í 3 ár.
Tað er nevniliga so, at har tað við skelti er ásett at vera lægri ferð, enn vanliga galdandi hámarkferðin, skalt tú bara koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknar - og ikki 30 km/t, sum vanligt er.









