Ætlanin at byggja nýtt missiónshús í Gøtu, er komin í vanda.
Tað er ein ósemja ímillum Landsverk og missiónsfólkið í Gøtu, sum nú hóttir við at forkoma byggiætlanini.
Gamla missiónshúsið, Betania, er rivið niður, men nú ætlanin er at byggja nýtt hús upp aftur, er naggatódn komin í.
Betania liggur framvið Landsvegi og Landsverk hevur kravt, at, at nýggja missiónshúsið skal standa heilar 25 metrar frá Landsvegnum.
Gamla Betania stóð dygst í landsvegin, so hetta skilja gøtufólk púra einki av.
Tey vísa eisini á, at báðu megin Betania standa onnur hús, beint við landsvegnum.
Tey siga eisini, at tað ber ikki til at byggja 25 metrar frá vegnum, tí so er húsið ytst á bakkanum og har er nógvur uppgangur.
Tey hava skotið upp at byggja nýggja missiónshúsið 20 metrar frá vegnum. Men Landsverk er ikki til at vika og tískil er fullkomiliga stígur komin í arbeiðið.
Og nú er málið enda á hægsta politiska stig.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur nevniliga reist málið í Løgtinginum og í tí sambandinum vil hann hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, hvør hevur heimild at krevja, hvussu langt byggjast skal frá landsvegi.
Hann vil eisini hava at vita, hví tað ikki ber til at geva frávik í hesum føri so at Betania kann byggjast 20 metrar frá vegnum ístaðin fyri 25 metrar frá vegnum, sum Landsverk krevur.
Kári P. Højgaard vil eisini hava at vita um Jørgen Niclasen ætlar sær upp í málið og finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við.
Hann vísir á, at undir liðini á Betania, standa onnur hús, 8-12 metrar frá Landsvegnum og tí vil hann hava at vita, hví Landsverk krevur, at Betania skal vera 25 metrar frá vegnum.
- Bæði stýrið fyri Missiónshúsið og Eystur Kommuna eru samd um, at tað ikki ber til at fara so langt frá vegnum við bygninginum, sum Landsverk krevur, tí so verður bygningurin kroystur oman á bakkan og einki pláss verður niðanfyri, har er sum kunnugt eisini nógvur uppgangur, sigur Kári P. Højgaard.
Á teldmumyndini sæst, hvussu byggingin tekur seg út. Nýggja Betania er húsið í miðjuni. Vinstru megin er bygningurin hjá Eik, dygst við vegin, og høgrumegin er gamli bygningurin hjá Føroya Banka, sum Arbeiðsmannafelagið nú hevur.
Svarta og gráa strikan fremst á myndini, er landsvegurin.
Í fyrstu syftu eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Landsverki.
Mynd: www.teknistovan.fo