Í góðveðrinum í dag varð nýggja missiónshúsið, sum verður bygt á Strondum, reist.
Á heimasíðuni - www.sjovarkommuna.fo - liggja fleiri myndir av bygninginum, sum verður karmur um missiónina í kommununi.
Fólk í Sjóvar kommunu hava skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum til frama fyri nýggja missiónshúsið.