Mission Impossible hjá Kyndli

FM-finalan stendur helst millum StÍF og Neistan, meðan Kyndil fær bronsuna. Tað tykist vera staðfesta, hóast tveir dystir eru eftir í landskappingini.

Tí er tað helst so sum so við spenninginum. Einasti spurningurin er, um Kyndil kann vinna á Neistanum við 13 málum. Gera teir tað, so er Kyndil brádliga framman fyri grannarnar í stríðnum um at vinna seg í FM-finaluna.

Dystir eru eisini í Kollafirði og í Hoyvík. KÍF spælir grannauppgerð móti VÍF, og tó at hesin dysturin ikki broytir stórvegis um stigatalvuna, so plagar hetta at vera nakað, sum spælararnir hjá báðum liðum vilja stríðast fyri.

Og í Hoyvík tekur H71 móti oddaliðnum StÍF, sum langt síðani hevur vissað sær sæti í finaluni. Talan er tó um seinasta heimadystin hjá H71 hetta kappingarárið, og tí vilja teir helst enda við manér framman fyri heimaáskoðarunum.

Allir mansdystirnir í dag byrja klokkan 16.