Mission accomplished hjá Løkke

Fyri fýra mánaðum síðani vóru allir flokkar á tingi fullsamdir um uppskotið til føroyska stjórnarskipan, ið Føroya fólk sjálvt skal samtykkja. So komu onnur boð úr Danmark, Lars Løkke kom á vitjan – og nú hava samgonguflokkarnir longu bakkað

??Føroyska tjóðin hevur ongantíð tilvitað ella við fólkaræðisligari avgerð lagt seg undir aðra grund ella undir aðra lóg enn hana, ið vit sjálv hava bygt á og hava ræðið á. Bara einaferð er tjóðin spurd – og tá valdi hon sjálvræði og stóð fast við síni egnu rættindi.? ?Tíbetur, tí annars høvdu øll hesi uppáhaldini um, at onnur hava rætt til at áseta okkara framtíð og seta treytirnar fyri, hvussu vit vilja skipa okkum, og fyri tí, ið galda skal, havt nakað at víst til og bygt á. ? ?Men so er ikki. ? ?Stjórnarskipanaruppskotið snýr seg um at skipa fólkaræði í Føroyum. Tað snýr seg um at fara burtur frá teirri følsku myndini, ið roynt hevur verið at trútta inn í okkum í øldir, og sum enn í dag verður endurtikin og endurtikin: At tað eru myndugleikar í øðrum landi, ið vit ikki sjálv hava valt. At tað eru embætisfólk og løgfrøðingar ella politiskir flokkar við neyðsemjum og rossahandlum, sum hava evsta valdið í Føroyum. At teirra útleggingar ganga fram um fólkaræði og avgerðir, sum fólkið sjálvt hevur tikið á rættan hátt.? ?Stjórnarskipan staðfestir rættindi og skyldur?Stjórnarskipanaruppskotið leggur leggur fyri fyrstu ferð avgerðina út til fólkið at taka støðu til um sítt egna stjórnargrundarlag. ? ?Har verður staðfest, at vit hava bygt land og tjóð og hildið ting í hesum landi í meira enn 1100 ár. At vit ongantíð hava latið sjálvræðið frá okkum. At Føroya fólk sjálvandi hevur evsta valdið í Føroyum. At ongin kann taka avgerðir og seta lógir í gildi her, uttan at taka støði í eini skipan, ið fólkið sjálvt hevur samtykt ella uttan at standa til svars fyri fólkinum, ið skal liva undir avgerðunum. ? ?Stjórnarskipanin ásetur grundleggjandi valdsbýti millum lóggávuvald, fyristingarvald og dómasvald. Ásetur persónlig rættindi og mannarættindi hjá hvørjum einstøkum, sum her býr. Ásetir reglur um, at tilfeingið í landinum er fólksins ogn og kann ikki bara gevast burtur til einstaklingar ella einstakar stættir.? ?Og uppskotið ásetir greiðar reglur um, hvussu farast skal fram, um vald verður lagt burtur frá fólkinum til aðrar myndugleikar, og hvussu farast skal fram, tá vit skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. At tað skal gerast við fólkaatkvøðu. Og at tann stjórnarskipan, ið fólkið samtykkir, eisini bara kann broytast við fólkatkvøðu. ? ?Og allir flokkar vóru fyri fýra mánaðum síðani samdir um at lata fólkinum avgerðina.? ?Mótmælini móti fólkaræði?Men so fór alt at gartera. Danska stjórnin, sum annars hevur sagt aftur og aftur, at føroyingar skulu bara semjast í Føroyum, so skulu tey ikki leggja forðingar, kom við vanligum hóttanum.? ?Kaj Leo Johannesen bakkaði beinanvegin, og Lars Løkke kom til Føroya at leggja seg beinleiðis út í málið.? ?Teimum á bakið komu løgfrøðingar, Edmund Joensen og onnur, sum harðliga mótmæltu, at Føroya fólk hevur rætt at samtykkja sína egnu stjórnarskipan. ? ?Og eftir bert 4 mánaðum, eru nú bæði sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin og partar av fólkaflokkinum longu bakkaðir út.? ?Mission accomplished hjá Løkke. Tillukku við tí. ? ?Og so fara teir aftur at tosa um skotgravir – eins og tað er Tjóðveldi, ið er trupulleikin. Hóast vit bert hava hildið okkum neyvt til semjurnar og rættindini hjá føroysku tjóðini. ? ?So skulu gerast nýggjar orðingar, har evsta valdið nú liggur bæði í Danmark og hjá føroyska fólkinum í senn (!). Og ongin finnur høvd ella hala í nøkrum. ? ?Fyri tey, ið minnast, hvat vit í Tjóðveldi søgdu, tá danskir myndugleikar løgdu seg út í málið ,og tá Lars Løkke kom á vitjan, so var tað júst hetta: At nú stóð eftir at síggja, um føroysku flokkarnir tordu at standa við semjun. Ella um tað enn einaferð skuldi eydnast at spjaða ein føroyskan fullsamdan meiriluta við vanligum hóttanum. ? ?Tað snýr seg bara um fólkaræði?Og vit kunnu lurta eftir uttanumtosinum og undanrenninginunum í áratíggjur  afturat.? ?Málið snýr seg ikki um nakað torgreitt. Tað snýr seg bara um, hvørt vit vilja hava fólkaræði í Føroyum. ? ?Tí vit hava sjálvandi ikki fólkaræði, um fólkið ikki hevur samtykt sítt egna stjórnargrundarlag, og um tað eru danska stjórnin, løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum, ella einstøk tingfólk og embætisfólk, ið gera av, havt føroyska tjóðin hevur rætt til ella ikki. ? ?Vit skulu á teir lunnar, ið fólkið sjálvt hevur tikið avgerð um at leggja. ? ?Vit skulu frá embætisvaldi og valdi, ið ikki stendur til svars móti fólkinum, og yvir á fólkaræðisliga grund. ? ?Vit skulu frá anarkii og frumskógarlóg – har tann sterkasti vinnur og tekur sær vald – til demokrati og egna grundlóg, har tað er fólkið sjálvt sum hevur valt, hvussu valdið verður skipað og avmarkað.? ?Stundin er komin at skipa fólkaræði í Føroyum.? ?Um vit ikki byggja á, at okkara egna stjórnarskipan skal verða samtykt beinleiðis av fólkinum, so hava vit í veruleikanum minni fólkaræði enn eitt ítróttarfelag ella áhugafelag. ? ?Í sjálvt teimum minstu feløgunum,  kann bara ein aðalfundur – altso limirnir í felagnum – broyta ella samtykkja lógir felagsins. Nevndin, ið limirnir hava valt, kann ikki bara samtykkja at soleiðis skulu reglurnar verða og leggja ræðið yvir felagnum til eitt annað felag, uttan at aðalfundurin hevur samtykt tað.? ?Men tað – fáa vit at vita – skal galda í Føroyum. Løgtingið skal leggja avgerðir og fólkaræði burtur frá fólkinum og samtykkja sína egnu stýrisskipan – uttan at limirnir (fólkið) hava samtykt tað ella hava avgerðarrættin.? ?Allar tær atfinningar, ið nú verða førdar fram móti føroysku stýrisskipanini, byggja jú á eina skipan uttan fólkaræði. ? ?Próvbyrðan vendast við?Men próvbyrðan skal vendast við. Lars Løkke Rasmussen, Kaj Leo Johannesen, Edmund Joensen og onnur, sum mótmæla, eiga at kunna geva okkum svar uppá:? ?-        Hvar stendur tað, at vit ikki hava rætt at samtykkja egna stjórnarskipan??-        Nær hevur Føroya fólk við egnari fólkaatkvøðu samtykt, at danska grundlógin er evsta vald í Føroyum og at vit tískil ikki hava rættindi sum fólk??-        Hvar stendur tað, at føroyska tjóðin ikki við fólkaatkvøðu kann gera av, hvussu fólkaræðið skal skipast í landinum?? ?Sambandsflokkurin, og onnur við honum, vilja nú siga, at Føroya fólk skal samtykkja eina sonevnda “stýrisskipan”, har tað stendur, at Føroyar eru danskur landslutur og at danska grundlógin er ovasta lóg í Føroyum.? ?Verður tað gjørt – og fólkið í Føroyum atkvøður fyri tí – so hava føroyingar fyri fyrstu ferð givið evsta valdið í landinum frá sær og lagt síni rættindi í hendurnar á donskum myndugleikum. Og tá liggur allur avgerðarrætturin endaliga uttanfyri føroyskt fólkaræði.? ?Tjóðveldi fer ongantíð at ganga við til nakað uppskot og nakra ógreiða gøtu, sum kann leggja valdið og fólkaræðið burtur frá føroyska fólkinum. Og vit eru sannførd um, at tað fer føroyska fólkið heldur ikki at gera.?