Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika samfelagsstevnuna á Skálafjørðinum. Hesa ferð skal hon burturav snúgva seg um missión.
Tað eru umboð fyri tær fýra brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum, sum skipa fyri stevnuni, ið byrjar 5. og endar 8. apríl í Ítróttarhøllini í Runavík. Samkomurnar í Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Saltangará og Nebo á Toftum skipa fyri.
- Málið er at kunna um og harvið økja tilvitanina um missión í samkomum og millum einstaklingar, verður sagt úr teimum fýra samkomunum.
Óhugsandi er ikki, at onkrir av føroysku trúboðarunum, sum arbeiða uttanlands, fara at vera á stevnuni. Høvuðstalari verður Paul McIlwain úr Australia.










